a

Um Okkum

Søgan um OPUS byrjar longu hin 13. desember 1977, tá JL Radio varð sett á stovn av Jákupi Lamhauge og konu hansara Jóngerð Lamhauge. JL Radio var ein radiohandil í Runavík, sum seldi alt frá kasettubondum og LP-plátum til stereoanlegg, sjónvørp og parabolir. Eisini høvdu tey umboð upp á Salora sjónvørp.

Hin 11. oktober 1988 keyptu Kaj Johannessen og beiggi hansara Rósing Johannessen JL Radio. Kaj og Rósing høvdu bæði handil og verkstað í Runavík, og síðst í 80’unum opnaðu teir handil í Tórshavn. Hetta var eitt stutt tíðarskeið og handilin í Tórshavn lat aftur fyrst í 90’unum.

Í 1996 keypti Kaj beiggja sín Rósing úr fyritøkuni og í 2013 lat handilin í Rúnavík aftur og sølan av sjónvørpum og stereoanleggum steðgaði, men virksemið hjá OPUS helt áfram við sølu og installatión av parabolum og felags antennuanleggum og service av hesum.

 

Eisini byrjaði OPUS at leggja fibur til bygningar, tunlar og vanlig sethús, og í samband við, at nýggj vatnleiðing varð gjørd í Funningi í 2007, bleiv fibur samstundis lagt til øll hús í bygdini. OPUS var veitari av hesari fiburloysn og var Funningur fyrsta bygd í Føroyum, sum fekk fibur til øll húsini í bygdini.

Hin 8. apríl 2022 varð OPUS keypt av Sp/f EL.FO og Sp/f Sveiggja. Kaj Johannessen er enn stjóri í OPUS og er partur av rakstrinum saman við nýggju eigarunum.

OPUS er enn veitari av felags antennuanleggum til eigarafeløg og gistingarhús í Føroyum og er størsti veitari á landi av parabolum og parabolhaldi til privata marknaðin. Eisini er OPUS størsti veitari av fibri til tunlar, skip og alivinnu.

Í dag veitir OPUS eisini internet, netverks- og sjónvarpsloysnir til skip og gistingarhús. OPUS hevur ment sína egnu sjónvarps- og streamingloysn, sum kann nýtast á telefonum, teldlum og teldum á hotellum og umborð á skipum.

OPUS heldur til í Æðuvík og í Tórshavn.